So verður fiskikapping aftur á Eiðisvatni. Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld og ein spennandi morgun, nú kappast verður aftur um sílini í Eiðisvatni. Kappingin byrjar fríggjakvøldið 7 juli kl. 18, og endar leygardagin 8 juli kl. 12, so luttakararnir eisini hava møguleika at fara til tónleikatiltakið Við Brúnna.
Kappast verður um at fiska tað sílið, ið vigar mest, og steyp verður latið til ognar til nr. eitt, tvey og trý.
Harumframt verður drigið millum øll keypt atgongumerki, um eitt gávukort til rutunetið hjá Atlantic Airways á virði 7.000 kr. (Til ber at keypa eyka lutaseðlar til vinningin fyri 50 kr.)
Um kvøldið verður felagssangur við Signari í Homrum og Tordur Niclassen fer at halda røðu. Smyrjibreyð og ymist gott at drekka verður til keyps.
Atgongumerki á 150,- kr verða til keyps á staðnum (á innkomuvegnum niðan til vatnið), og børn 7-17 ár rinda 50,- kr. Børn undir 7 ár rinda onki (tó sleppa børn upp til 17 ár einans inn saman við vaksnum).
Eini 2-300 fólk eru vanliga til kappingina, sum er eitt familjuvinaligt og hugnalit tiltak.
EB/Streymur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald