Vinna

Fish and Chips hjá JFK royndarkoyrt

...

2017-08-18 16:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

JFK keypti seinasta ár nýggja djúpsteikigrýtu (friture-grýtu) og sigast má, at hesar royndust væl. Í 2015 vóru latnar umleið 3.500 portiónir um diskin, men seinasta ár kom talið upp á umleið 7.500 portiónir.

Stokt vóru tá meira enn 1,5 tons av fyrsta floks flaki frá GADUS. Chips???ið verður framleitt úr nýggjum eplum úr Skotlandi, sum er sera vælegnaði til hetta endamálið.

Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni Papas Barn í London, sum seinastu árini støðugt hava verið millum topp 10 av bestu Fish & Chips kokkunum í Stórabretlandi, standa fyri matgerðini.

Teir vóru í fjør sera væl nøgdir við nýggju grýturnar, sum eru væl størri enn tær, sum vóru nýttar árið fyri. Hesar eru millum tær størstu í kongaríkinum.

Fish and Chips letur upp í morgin kl. 12.30, og sambært skránni verður stongt kl. 17.00, men seinasta ár var ikki gjørligt at steingja fyrr enn eftir midnátt.

Sama mannagongd verður nýtt sum tá val er ??? her verður bert rópt, ???um tað eru fleiri sum ynskja at eta??? ??? ikki atkvøða.

Síðani verður stongt.

Fish and Chip verður latið ókeypis til tey vitjandi og Føroya Bjór bjóðar okkurt leskandi afturvið eisini ókeypis.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder