Vinna

Fish and Chip hjá JFK royndarkoyrt

...

2016-08-19 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

JFK hevur seinnapartin royndarkoyrt nýggju djúpsteikigrýtuna (friture-grýtuna), sum júst nú er keypt úr Onglandi. Henda sigst vera tann tann stórsta í danska kongaríkinum, og verður fyri fyrstu ferð nýtt á Sjómannadegnum í morgin.

Kokkarnir, Gavin og Craeg, frá matstovuni Papas Barn í London, sum seinastu árini støðugt hava verið millum topp 10 av bestu Fish&Chips kokkunum í Stórabretlandi, standa fyri matgerðini. Teir vóru seinnapartin sera væl nøgdir við nýggju grýturnar, sum eru væl størri enn tær, sum vóru nýttar seinasta ár.

Í fjørð vóru latnar umleið 3.500 portiónir yvir diskin, og køin var ikki liðug fyrr enn út ímóti midnátt.

Fish and Chip letur upp í morgin kl. 12,30, og sambært skránni verður stongt kl. 16,00, men sum nevnt omanfyri, var seinasta ár ikki gjørligt at stongja fyrr enn út ímóti midnátt.

Fish and Chip verður latið ókeypis til tey vitjandi.

Fiskurin er fyrstaflokks vøra frá GADUS, og Chips verður framleitt úr nýggjum eplum úr Skotlandi, sum eru serliga væl egnaði til endamálið. Føroya Bjór bjóðar Aqua-vatn afturvið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder