Mentan

Finnur Joen Jacobsen nýggjur varaskúlastjóri á Giljanesi

...

2015-05-05 02:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Joen Jacobsen er nýggjur varaskúlastjóri á Skúlanum á Giljanesi, tað er avgjørt í dag. 

Anbritt Toftegaard, sum var varaskúlastjóri, gjørdist skúlastjóri eftir at Regin Marnersson fór úr tí starvinum, tí varð søkt eftir nýggjum varaskúlastjóra, fyri tíð síðan.

Við tað at Anbritt Toftegaard er farin í barnsburðarfarloyvi, so kemur Finnur Joen Jacobsen at røkja skúlastjórastarvið, so leingi sum Anbritt er í barnsburðarfarloyvi - tí verður helst søkt eftir fyribils varaskúlastjóra nú.

Vit ynskja Finni Joen Jacobsen góða eydnu við nýggja starvinum.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder