2016-09-07 19:12
Finnur Fríði er á veg á Tvøroyri við 1000 tonsum av makreli, og sigast má at teir hava havt rok fiskiskap. Teir fóru av Fuglafirði um 23 tíðina í gjárskvøldið, og vóru á feltinum klokkan 05:30 í morgun. Bert eftir góðum 9 tímum høvdu teir fingið 1000 tons av makreli umborð á skipið og settu kós til Tvøroyrar, har landað verður til Varðan Pelagic.
Finnur Fríði verður inni klokkan 23 í kvøld.
Les eisini: Jupiter er á veg inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald