2016-10-31 08:02
Finnur Fríði fór at sigla inn av sildafeltinum í gjár, teir hava 1.500 tons av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri seinnapartin í dag.
Í løtuni landar Tróndur í Gøtu makrel á Tvøroyri, so Finnur Fríði sleppir framat, tá ið liðugt er at landa Trónda.
Finnur Fríði hevur nú fiskað alla sildakvotuna í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald