2017-02-03 12:16
Finnur Fríði er áveg á Tvøroyri við 1.450 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðin Pelagic, teir verða á Tvøroyri kl. 13, teir sleppa framat at landa, tá ið liðugt er at landa Jupiter.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, Finnur Fríði hevur roynt í ES-sjógvi, tað er góður makrelur teir hava fingið - støddin liggur um 370 gramm.
Myndirnar tók Reidar Simonsen, tá ið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald