2016-09-14 13:14
Finnur Fríði fór at sigla inn fyrrapartin, teir hava 500 tons, sum teir fingu í einum háli. Finnur Fríði skal landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri í nátt.
Vektin á makrelinum liggur um 370 gramm.
Í løtu landa Jupiter á Tvøroyri, teir verða liðnir fyrrapartin í morgin og tá sleppir Finnur Fríði framat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald