Svartkjaftafiskiskapurin er somikið góður, at Havsbrún ikki klárar at taka ímóti tí føroysku skipini fiska.
Í morgun setti Finnur Fríði kós móti Íslandi - fullfermdur av svartkjafti - uml. 2.600 tons, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði og í farnu viku fór Jupiter eisini til Íslands.
JN.fo tosaði umborð á Finn Fríða í kvøld, teir vóru tá staddir á markinum millum Ísland og Føroyar, teir vantaðu at koma á Fáskrúðsfjørðin kl. 6 tíðliga í morgin, á leiðini har Finnur Fríði er staddur er íslendska skipið Bjarni ??lafson, sum eisni hevur verið í Íslandi við fullari last av svartkjafti, teir eru nú ávegis í føroyskan sjógv aftur at fiska svartkjaft.
Finnur Fríði hevur roynt í eystara kanti av Føroya Banka í Bankarennuni, har hava eisini tey russisku skipini roynt teir seinastu dagarnar, í kvøld er íslendska skipið Børkur eisini har, Børkur er júst afturkomin úr Íslandi, har teir landaðu um vikuskiftið í Neskaupstaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald