2015-08-24 03:51
Finnur Fríði fór í morgun at sigla inn við 900 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, Finnur Fríði verður á Tvøroyri kl. 10 fyrrapartin í morgin.
Tróndur í Gøtu hevur landað á Tvøroyri í gjár og í dag, teir loystu av Tvøroyri eftir middag í dag.
Tey føroysku skipini royna øll norður ímóti markinum á 65N og 2V, beint norðanfyri markið royna eini 20 russisk skip í kvøld.
Tað er góður makrelur tey fáa har norðuri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald