2015-10-01 22:15
Finnur Fríði fór í dag at sigla inn av feltinum norðanfyri við 600 tonsum av sild, teir hava roynt á uml. 64,3N og 6,4V - støddin á sildini liggur um 380 gramm.
JN.fo tosaði umborð seinnapartin í dag, men tá var ikki avgjørt hvar teir skulu landa sildina.
Finnur Fríði verður inni í nátt.
Okkurt skip - bæði føroysk og útlendsk - royna har Finnur Fríði hevur roynt, men Norðborg og Christian í Grótinum royna í altjóða sjógvi langt norðuri á 66,13N og 2,30V - teir royna eftir makreli. Har eru eisini tvey íslendsk skip - Huginn og Hoffell.
Uppd. kl. 22.53: Finnur Fríði landar á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 1 í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald