Vinna

Finnur Fríði siglir inn við 2.400 tonsum

...

2015-01-20 04:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði, sum hevur roynt eftir svartkjafti eystur ímóti markinum við Hetland, fór í dag at sigla inn við 2.400 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - Finnur Fríði verður á Fuglafirði á midnátt, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn á middegi í morgin, tí Jupiter landar til Havsbrún í løtuni.

Veðrið hevur verið gott í dag, men tað er eisini fyrsti dagurin á túrinum, sum byrjaði týsdagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder