2015-09-13 01:00
Finnur Fríði siglir inn við 1.400 tonsum av makreli, teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.
Atlantsfarið hevur landað í dag, teir eru júst liðnir, so landar Norðborg millum 100 og 200 tons, teir verða liðnir á midnátt, tá kemur Finnur Fríði, teir sleppa framat beinanvegin teir koma inn.
Skipini royna norðast í føroyskum sjógvi, norðanfyri markið royna russisk og íslendsk skip og eystanfyri markið royna nógv norsk skip.
Næraberg, sum kom á Kollafjørð í gjár, hevur bunkrað í Fuglafirði í dag, teir loystu tíðliga í kvøld og eru í skrivandi stund komnir norður um oyggjarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald