2021-12-14 15:55

Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu sigla báðir inn av sildafeltinum norðanfyri, teir hava umleið 1.600 tons í part.
Á Tvøroyri landar Tummas T. nú, teir hava 1.200 tons, so skal Ango landa, teir hava 1.000 tons, Finnur Fríði sleppir framat mikukvøldið og tá ið liðugt er at landa Finn Fríða, tá eigur Tróndur í Gøtu tørn.
Tað er eitt fríkst lot norðanfyri, boðað verður frá vindi í nátt og í morgin av vestri og útsynningi, so roknast kann við aldu uppá eini 6-7 metrar í nátt og í morgin.
Aldan vestanfyri Føroyar nú seinnapartin er 5,6 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald