Vinna

Finnur Fríði og Slættaberg landa til Havsbrún

...

2015-04-26 15:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði og Slættaberg koma báðir fullfermdir av svartkjafti á Fuglafjørð.

Finnur Fríði fór at sigla í gjárkvøldið, teir hava 2.600 tons inni. Finnur Fríði verður á Fuglafirði um 14-15-tíðina, teir skulu byrja at landa kl. 18.

Slættaberg er farin at sigla í morgun, teir hava 1.400 tons, Slættaberg verður á Fuglafirði tíðliga í kvøld, teir landa - tá ið liðugt er at landa Finn Fríða.

Tað eru nógv skip á feltinum sunnanfyri, flest russisk, íslendsk og norsk og so tey føroysku skipini. Jupiter, sum hevur verið í Vestmannaoyggjunum og landa, verður aftur á feltinum seinnapartin í dag, eisini eru nøkur íslendsk skip ávegis á feltið, eftir at hava landað í Íslandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder