Vinna

Finnur Fríði og Jupiter landa á Fáskrúðsfirði

...

2015-03-10 19:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bæði Finnur Fríði og Jupiter eru ávegis til Fáskrúðsfjarðar at landa lodnu, teir eru í skrivandi stund við Grimsey. 

Finnur Fríði hevur 2.000 tons, teir eru nú liðnir við lodnukvotuna, teir koma heim, tá ið teir hava landað.

Jupiter hevur 1.800 tons, Jupiter hevur eisini fiska lodnukvotuna upp.

Fagraberg er enn á feltinum  vestanfyri, teir hava uml. 2.000 tons inni.

Í gjár var rokfiskiskapur eftir lodnu, tey flestu íslendsku skipini sigla eisini inn.

Lodnan er komin til gýtingar, tí verður hon ikki fryst nú, men rognini tikin og so verður mjøl gjørt burturúr fiskinum. Tí koma tey føroysku skipini ikki á Føroyar, tí tey føroysku virkini gera einki við rognini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder