2017-02-17 12:21
Finnur Fríði og Jupiter eru báðir ávegis til Ísland, har teir fara á lodnuveiðu.
Skipini komu í morgun í íslendskan sjógv og verða í kvøld á lodnufeltinum útfyri Eysturlandinum.
Finnur Fríði landaði seinasta túr lodnu til Varðin Pelagic, Jupiter landaði svartkjaft til Havsbrún.
Í løtuni er einki føroyskt skip á lodnufeltinum, Norðborg er komin heim fullfermd av heilfrystari lodnu og Høgaberg kemur á Fuglafjørð í seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald