2015-10-12 15:55
Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð áðrenn middag við 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos. Finnur Fríði sleppir framat at landa í kvøld, tá ið Fagraberg er liðugur.
JN. fo tosaði umborð fyri løtu síðan, sildin er sum í gomlum døgum, støddin liggur um 385 gramm og er í sera góðum standi, segði skiparin Arni Hansen.
Av hesum túrinum hjá Finni Fríða fær landskassin uml. kr. 650.000,- avgjaldið sum fer í landskassan er 50 oyru fyri sild, avgjaldið fyri makrelin er eina krónu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald