2016-03-18 08:15
Finnur Fríði, sum hevur fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, setti í gjár kós móti Íslandi við 1.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa á Fáskrúðsfirði á Eysturlandinum.
Finnur Fríði verður inni á middegi, teir sleppa framat at landa heinanvegin teir koma inn.
Í gjár var sett veiðubann á leiðini har føroysku svartkjaftaskipini royndu, tí svartkjafturin tey fingu var ov lítil, veiðubannið verður galdandi í tvær vikur, tí eru tey flestu skipini farin í altjóða sjógv at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald