2015-02-23 15:33
Finnur Fríði kom á Kollafjørð í nátt við 1.500 tonsum av lodnu, sum teir hava fiskað á Eysturlandinum, tætt sunnanfyri Høfn.
Í løtuni landar Fagraberg í Kollafirði, Finnur Fríði sleppir framat, tá ið liðugt er at landa Fagraberg.
Lodnan hevur teir seinastu dagarnar flutt seg skjótt vestureftir. Í morgun royna skipini bæði vestanfyri og eystanfyri Oyggjarnar.
Í løtuni er bara Norðborg á lodnufeltinum - hini skipini: Christian í Grótinum, Jupiter, Tróndur í Gøtu, Fagraberg og Finnur Fríði eru øll í Føroyum við lodnu, sum verður landað á Tvøroyri, í Fuglafirði og í Kollafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald