Finnur Fríði fór at sigla inn av svartkjaftafeltinum í gjárkvøldið, Finnur Fríði hevur útvið 2.400 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir komu á Fuglafjørð tíðliga í nátt.
Í løtuni landar Christian í Grótinum, teir verða liðnir á middegi og tá sleppir Finnur Fríði framat.
JN.fo tosaði umborð í gjárkvøldið, teir søgdu, at fitt av svartkjafti hevði verið at sæð, men nú hann øtlaði veðrið, nú var minni at síggja.
Eitt íslenskt skip hevur eisini roynt í ein landnyðring úr Fugloynni, har øll tey føroysku skipini royna, tað var Aðalsteinn Jónsson, men teir settu kós móti Íslandi í gjárkvøldið, teir høvdu frætt frá íslendsku svartkjaftaskipunum tætt vestanfyri føroyska markið, at har var hampuligur fiskiskapur - tað var í økinum, sum teir nevna Rósingarðin.
5 føroysk skip eru á feltinum í morgun - Fagraberg, Tróndur í Gøtu, Slættaberg, Jupiter og Norðborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald