Vinna

Finnur Fríði kemur fullfermdur á Fuglafjørð í nátt

...

2019-01-15 19:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði setti í dag kós móti Føroyum, teir hava roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, Finnur Fríði er fullfermdur t.v.s. teir hava umleið 2.500 tons av svartkjafti.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir hava gott veður og verða á Fuglafirði kl. 4 í nátt, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.

Tey føroysku skipini, okkurt russiskt, okkurt grønlenskt og okkurt norskt royna á leiðini sunnast í føroyskum sjógvi, einki íslenskt skip er í føroyskum sjógvi, tí at eingin sáttmáli er gjørdur við Ísland, hesa tíðina plagdu annrs fleiri íslendsk skip at royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder