Vinna

Finnur Fríði kemur fullfermdur á Fuglafjørð

...

2015-05-19 22:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finnur Fríði kemur í kvøld fullfermdur á Fuglafjørð - uml. 2.600 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Finnur Fríði hevur roynt eystur ímóti markinum við Hetland.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu til Havsbrún, teir verða liðnir seint í kvøld, tá sleppir Slættaberg framat og teir verða liðnir seint í morgin, tá eigur Finnur Fríði tørn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder