2019-09-23 22:20

Finnur Fríði, sum hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, siglir heim, teir hava 1.100 tons av sild, sum teir landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 15 í morgin.
Tey føroysku skipini, sum eru á sildaveiðu í íslendskum sjógvi, royna í kvøld tætt vestur úr føroyska markinum - á 65N og 8V - sildin gongur eystureftir ímóti føroyska markinum.
Veðrið er gott á leiðini har tey royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald