2015-10-23 21:14
Finnur Fríði fór í gjár at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri við 1.200 tonsum av sild. Teir komu á Fuglafjørð fyrrapartin og eru nú ávegis á Tvøroyri at landa hjá Varðin Pelagic. Finnur Fríði sleppir framat, tá ið liðugt er at landa Jupiter.
Tað er góð sild skipini fáa norðanfyri.
Sí myndirnar niðanfyri, tá ið Finnur Fríði kom á Tvøroyri í kvøld - myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald