Vinna

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri við 700 tonsum av lodnu

...

2016-02-19 03:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði hevur sett kós móti Føroyum við 700 tonsum av lodnu, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri tíðliga seinnapartin í morgin.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan á Finni Fríða fyri løtu síðan - Arni Hansen segði, at tað var góð lodna teir høvdu, hann segði at lodnan verður heilfryst á virkinum á Tvøroyri, hon-lodnan verður seld til Japan og hann-lodnan verður seld til Russland.

Arni Hansen segði, at lodnan stóð sera spjadd, teir høvdu fiskað tætt útfyri Høfn.

Arni roknaði við, at tað kom at taka eitt gott døgn at landa, hann segði eisini at teir fóru aftur á lodnuna.

Tað eru 17 mans við Finni Fríða hendan túrin - manningin telur 15 og so eru tveir í starvsvenjing.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder