2016-10-03 14:53
Finnur Fríði siglir inn við 1.100 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri kl. 2 í nátt, og sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Finnur Fríði hevur roynt heilt norður ímóti altjóða markinum - sildin hevur góða stødd - 380 gramm.
Tey føroysku skipini royna bæði í føroyskum og altjóða sjógvi, nógvir russarar eru norðanfyri og eisini eru nøkur íslendsk skip í altjóða sjógvi, tætt uppat føroyska markinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald