2016-09-27 17:19
Finnur Fríði kemur á Tvøroyri um 20-tíðina í kvøld við 1.000 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic. Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, men teir verða liðnir, tá ið Finnur Fríði kemur.
Finnur Fríði hevur leitað eftir sild norðanfyri í nakrar dagar, teir raktu við á uml. 64N - beint norður úr Føroyum
Finnur Fríði hevur fiskað makrelkvotuna, sum teir eiga í føroyskum sjógvi, tí eru teir farnir á sildaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald