2016-08-26 13:02
Finnur Fríði er áveg á Tvøroyri við 400 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðin Pelagic. Finnur Fríði verður á Tvøroyri kl. 18.
Teir hava roynt víða um norðanfyri, mest norður ímóti markinum og teir seinastu dagarnar eystalaga á.
Finnur Fríði verður liðugur at landa fyrrapartin í morgin.
Enn vita tey ikki um nær næsta skipið kemur við makreli á Tvøroyri, men tað kann gott verða, at tað verður í vikuskiftinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald