2017-02-18 17:49

Tað hevur gingið væl fyri hjá Finni Fríða, teir komu á lodnufeltið við Ísland í gjárkvøldið og eru nú áveg á Tvøroyri við 1.000 tonsum, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic.
Finnur Fríði kemur á Tvøroyri kl. 2 í nátt, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma inn. Í løtuni landar eitt norskt skip lodnu á Tvøroyri, men teir verða liðnir at landa, tá ið Finnur Fríði kemur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald