JN

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í morgin

...

2021-11-26 22:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði er á veg heim úr íslendskum sjógvi við 1.300 tons av sild, sum teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri fyrrapartin í morgin.

Í løtuni landar Gøtunes, teir verða liðnir, tá ið Finnur Fríði kemur.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, tað er fitt av vindi undan, tað hevur verið kavarok á leiðini, har føroysku sildaskipini royna. Nú royna tey uppat føroyska markinum.

Sí myndirnar hvar tey føroysku skipini royna niðanfyri her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder