2017-01-22 18:43
Finnur Fríði kemur á Tvøroyri á midnátt við 1.550 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðin Pelagic. Støddin á makrelinum liggur um 390 gramm.
Teir hava roynt í ES-sjógvi tætt suður úr føroyska markinum.
Finnur Fríði loysti av Fuglafirði fríggjakvøldið, har høvdu teir tá landað svartkjaft til Havsbrún.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald