Vinna

Finnur Fríði kemur á Kollafjørð eftir middag

...

2016-10-20 07:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði fór í gjárkvøldið at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri. Teir hava 1.200 tons av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic í Kollafirði. Finnur Fríði verður á Kollafirði beint eftir middag, teir sleppa framat at landa kl. 19 í kvøld, tá er liðugt at landa Norðing.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu, at fitt av sild stóð á einum avmarkaðum øki á uml. 64N,

Støddin á sildini lá ímillum 380 og 390 gramm.

Finnur Fríði fer aftur á sildafiskiskap, tá ið teir fara nýggjan túr.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder