Vinna

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð við 2.500 tonsum

...

2015-04-20 20:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði er á veg á Fuglafjørð við 2.500 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi. Finnur Fríði verður á Fuglafirði kl. 17, teir byrja at landa beinanvegin teir koma á Fuglafjørð. Slættaberg kemur eisini á Fuglafjørð í dag við smáum 1.400 tonsum, teir landa aftaná Finn Fríða, Slættaberg hevur eisini roynt í ES-sjógvi.

Skipini sum royna í føroyskum sjógvi, hava eisini havt góðan fiskiskap, Håkon og Beitir eru ávegis til Íslands, teir eru fullfermdir, eisini eru fleiri russisk skip í Runavík og í Ánunum, har tey umskipa svartkjaft, sum tey hava fiskað í føroyskum sjógvi.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder