Vinna

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð við 2.300 tonsum

...

2015-05-13 03:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð um 23-tíðina í kvøld við 2.300 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún.

Í kvøld byrjaðu teir at landa Trónda í Gøtu, Finnur Fríði eigur tørn, tá ið Tróndur er liðugur at landa.

Slættaberg, sum landaði undan Trónda í Gøtu, fór avstað tíðliga í kvøld, teir verða á svartkjaftafeltinum í nátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder