2017-10-11 10:20
Finnur Fríði siglir inn við 1.400 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði í nátt.
Finnur Fríði byrjaði at fiska norðast í føroyskum sjógvi, sildin gekk norðureftir, so teir fylgdu sildini norður um føroyska markið, teir komu norður á 65,4N.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at tað er góð sild skipini fáa, støddin liggur millum 380 og 390 gramm og sildin er í góðum standi.
Tað er sjask-veður á leiðini norðanfyri og sagt verður frá meira vindi, so tað gongur ikki so skjótt suðureftir, sambært veðurforsøgnini, so skal vindurin vaksa har norðuri, men minkar tá ið teir koma longur suður, ættin er útsynningurvestan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald