2017-01-19 20:15
Finnur Fríði, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 2.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa, beinanvegin teir koma inn.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, sagt varð, at tað ikki var so nógv at síggja nú sum fyrr í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald