2017-04-07 19:02
Finnur Fríði, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, fór seinnapartin at sigla móti Føroyum, teir hava 1.100 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún, Finnur Fríði verður á Fuglafirði mitt í nátt.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir søgd, at tað var ikki nógv at síggja enn í føroyskum sjógvi, tó kom onkur stimi norður í føroyskan sjógv, teir rokna við, at tað verður frægari í komandi viku.
Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so eru tey íslendsku skipini komin inn, at bíða til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv, eisini liggja øll tey føroysku skipini í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald