Vinna

Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð á middegi

...

2017-09-19 07:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kemur á Fuglafjørð áðrenn middag við 1.250 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði, teir sleppa framat at landa á middegi mikudagin.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, eftir at teir fóru at sigla inn, veðrið var av tí fagrasta. Teir hava roynt á uml. 64N, støddin er góð - um 420 gramm- makrelurin er í góðum standi, meira fastur, tað er lítið og einki æti í nú verður sagt.

Nógvur makrelur er at síggja í føroyskum sjógvi, eisini norðanfyri og eystanfyri føroyska markið er nógvur makrelur at fáa í altjóða sjógvi, nógv norsk, russisk og íslendsk skip eru í altjóða sjógvi norðan- og eystanfyri føroyska markið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder