2016-03-11 09:09
Finnur Fríði hevur landað 2.500 tons av svartkjafti í Bodø, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi, eystur ímóti hetlendska markinum. Í Bodø fingu teir Fkr 2,35 fyri kilo.
Vit á JN.fo ringdu umborð á Finn Fríða í gjárkvøldið og tosaðu við skiparan Arna Hansen, Arne segði, at tað var góður svartkjaftur, sum var at fáa í føroyskum sjógvi nú, hann visti eisini at siga, at tey trý skipini, sum royna í føroyskum sjógvi enn hava góðan fiskiskap, tey eru Fagraberg, Høgaberg og Tróndur í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald