2016-04-18 09:16
Finnur Fríði hevur um vikuskiftið landað á Fáskrúðsfirði í Íslandi, teir høvdu fult skip.
Í morgun loysti Finnur Fríði av Fáskrúðsfirði og hevu sett kós móti Føroyum.
Undan Finni Fríða landaði Hoffell á Fáskrúðsfirði, teir høvdu roynt í føroyskum sjógvi, Hoffell hevði útvið 1.600 tons.
Nógv íslendsk skip hava roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, fiskiskapurin hevur verið góður, tey landa á Eysturlandinum - í morgun hava trý íslendsk skip sett kós aftur móti Føroyum - tey eru: Jón Kjartansson, Vilhelm Thorsteinsson og Venus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald