2015-02-16 14:28
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Finnur Fríði kom til Fáskrúðsfjarðar leygardagin við 700 tonsum av lodnu, sum teir høvdu fiskað útfyri Eysturlandinum, lodnan er landað til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði.
Á Lodnuvinnsluni hevur verið úr at gjørt higartil í ár, teir hava tikið ímóti bæði svartkjafti og lodnu, higartil hava teir tikið ímóti tilsamans 31.000 tonsum. Svartkjafturin er fiskaður í føroyskum sjógvi og lodnan er fyri tað mesta fiskað í Húnaflóa, men nú er lodna eisini at fáa útfyri Eysturlandinum, verður sagt av Lodnuvinnsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald