2016-10-16 18:19
Finnur Fríði koma á Kollafjørð um 17-tíðina í dag við 1.300 tonsum av sild, sum teir landa til Faroe Pelagic.
Finnur Fríði loysti kl. 2 leygarnáttina av Kollafirði, teir truffu við norðuri á 64N, har teir gjørdu 3 tov.
Teir fáa áleið kr, 6,50 fyri kilo, so hesin túrurin gevur uml. kr. 8,5 milliónir.
Umleið 200 tons verða koyrd til Vestmannar, har tað skal framleiðast á Vestmanna Seafood.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald