2016-05-20 07:15
Finnur Fríði fór at sigla inn í gjárkvøldið, teir komu á Runavík mitt í nátt, har teir bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún, Finnur Fríði sleppir framat at landa seint í kvøld.
Finnur Fríði hevur 2.000 tons, teir eru nú liðnir við svartkjaftakvotuna.
Tá ið liðugt er at landa, fara teir á Skála, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið skal gerast við skipið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald