Vinna

Finnur Fríði gjørdi tvey tov og fekk 900 tons

...

2016-09-19 23:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finnur Fríði kom á fiskileið norðuri á 64N seinnapartin í gjár, teir gjørdu 2 stutt tov, har teir fingu 900 tons burturúr. Seint í gjárkvøldið settu teir kós móti Føroyum, teir skulu landa til Varðin Pelagic, væntandi verða teir á Tvøroyri kl. 19 í kvøld.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu frá, at nógvur makrelur var at síggja eystast í føroyskum sjógvi, beint eystanfyri fiskaðu nógv norsk skip og norðanfyri í altjóða sjógvi vóru bæði íslendsk og russisk skip.

Prísurin sum norðmenn fáa fyri makrelin er nóg betri enn tey føroysku skipini fáa, norðmenn royna teir flestu við nót, um tað er orsøkin vita vit ikki, men teir fáa útvið dupult so nógv, sum tey føroysku skipini fáa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder