2015-12-12 23:08
Finnur Fríði setti á middegi kós av feltinum móti Føroyum. Teir fóru út eftir ódnarveðrið ið herjaði seinasta vikuskiftið, og tá vit tosaðu umborð fyri løtu síðani søgdu teir, at fyrstu dagarnir hevði verið lítið at sæð og fingið. Og teir høvdu ligið bakk leingi. Tó hava seinastu tveir dagarnir verið sera góðir, verður sagt frá Finnur Fríði, tá vit tosaðu umborð fyri løtu síðan.
Finnur Fríði sleppir beinavegin framat hjá Havsbrún at landa, tá teir koma inn, teir byrja klokkan 19:30 at landa, tey 2400 tonsini teir hava av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald