2015-10-18 21:04
Finnur Fríði kom á Runavíkina í gjár við 1.400 tonsum av stórari og góðari sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri.
JN.fo hevur tosað við skiparan Arna Hansen, hann sigur at støddin á sildini liggur um 380 gramm, eisini sigur hann, at nógv sild var at síggja norðanfyri.
Arni Hansen sigur, at teir sleppa framat at landa á Tvøroyri í morgin, tá ið liðugt er at landa Jupiter - sí HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald