2017-03-08 16:23
Finnur Fríði landar lodnu á Fáskrúðsfirði og Jupiter kemur á Fáskrúðsfjørð í kvøld. Finnur Fríði hevur biðað eftir landingartørni síðan sunnukvøldið og Jupiter sleppir at landa seint fríggjadagin.
Kvotan hjá Jupiter er fiskað og vit halda at kvotan hjá Finni Fríða eisini er fiskað.
Jupiter verður inni í kvøld, teir hava 1.250 tons.
Bæði Jupiter og Finnur Fríði hava roynt á Breiðafirði, sum er á Vesturlandinum.
Skipini fara á svartkjaftaveiðu, tá ið liðugt er at landa, Jupiter kemur á Føroyar áðrenn leiðin verður løgd suðuryvir, hvussu er við Finni Fríða, um teir fara beinleiðis vestur um Írland, ella teir koma á Føroyar fyrst, tað vita vit ikki í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald