Ítróttur

Finnland vann 1-0 á Føroyum

...

2015-09-08 02:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska fótbóltslandsliðið hevur aftur verið í eldinum í kvøld, tað var í Helsinki í Finnlandi - dysturin endaði 1-0 til Finnland, málið kom í 23. minutti, tað varJoel Pohjanpalo, sum skoraði til 1-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið í dystinum.

Annars kann sigast um dystin, at tað var so at siga eingin munur á spælinum, føroyingarnir stríddust, men komu ikki til nakran verðuligan málkjans - einki skot á málið. Hinvegin so stóð Gunnar Nielsen væl í føroyska málinum, hann hevði tvær stórbjargingar, sum saktans kundu givið mál.

Sonni Ragnar Nattestad og Gilli Sørensen vóru mest eyðsýndir á føroyska liðinum.

Tríggir av føroysku leikarunum -Fróði Benjaminsen, Brandur Henriksson og Hallur Hansson - fingu gul kort, og við tað at teir høvdu kort frammanundan, so verða teir ikki við komandi dyst, sum verður ímóti Ungarn 8. oktober í Ungarn.

Undan dystinum í kvøld hevði Finnland 7 stig og Føroyar 6, Finnland hevur nú eftir dystin 10 stig.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder