JN

Finn Hansen skipari: Aftur ein hektiskur dagur norðan fyri Libya

...

2015-05-30 01:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Finn Hansen skipari á Robert Mærsk skrivar á Facebook í kvøld:

 Aftur ein hektiskur dagur norðan fyri Libya í dag. Seinnapartin funnu vit ein flóttafólka bát við 324 fólkum umborð, harav 84 kvinnur og 41 børn. Báturin læk illa og lensipumpan mátti koyra uttan steðg, fyri at halda lens. Tað gekk gott at fáa øll 324 flóttafólkini umborð, sjálvt um nógv av børnunum vóru millum 1 og 3 ára gomul.

2 tímar seinni funnu vit aftur ein gummibát við 100 flóttarfólkum umborð. Hesi sluppu vit frá at taka umborð, men lógu hjá teimum til eitt tangaskip kom og tók tey upp.
Sigla nú til Sicilia, og vera frammi leygarkvøldi, so hesi 324 fólkini sleppa at sova á dekkinum í nátt.
Hettar bara stendur við og versnar. Nú hava vit herumborð á Robert Mærsk funnið tilsamans 928 flóttarfólk, og hesi vera neyvan tey seinastu, sum royna at flýggja úr Libya, tíverri.

Tekstur og myndir Finn Hansen, skipari á Robert Mærsk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder